top of page

Hagapartar og fjøll

Tey sum umhugsa at fara ein ávísan hagatúr, skulu fyrst seta seg í samband við festara ella ognarfólk, fyri at tryggja sær um hetta er í lagi ein ávísan dag.

Sambært lóg skal ein og hvør biðja um serskilt loyvi, áðrenn farið verður í hagan. Hetta fyri at tryggja sær, at vøkstur, djóralív og landbúnaðarvirksemi ikki verður óneyðugt órógvað. Í stóran mun er hetta eisini ein spurningur um trygd.

Flestu hagapartar í Føroyum vilja eitt nú frábiðja sær, at fólk gongur í haganum:

  • í lembingingartíðini

  • í bútíðini (tíð meðan fuglur verpur, klekir og hevur pisur)

  • tá fjallgonga er

  • tá haruskjóting ella onnur veiða er

  • tá rásirnar eru illa farnar og ótryggar, ella vandi er fyri skriðum og omanlopi

  • ella tá ymiskt annað virksemi er í haganum.

Tað er ymiskt frá hagaparti til hagaparti hvussu arbeiðið verður skipað og hvørji øki skulu hava frið. Summir hagapartar eru stongdir heilt ella lutvíst, og aðrastaðni skal eingin fara uttan staðkendan ferðaleiðara.

Tí er altíð umráðandi, at seta seg í samband við ognarfólk ella festarar, áðrenn farið verður í hagan.

Er talan um vinnuliga útferð skal serskild avtala gerast í góðari tíð frammanundan.

Nøvn og telefonnummur til allar hagapartar eru at finna í hesum yvirlitinum:

Hapartar í Føroyum

Fjøll í Føroyum

Sí annars meira kunning á heimasíðuni hjá Kára Thorsteinsson: heimabeiti.fo

bottom of page