Staðbundin náttúrufyrisiting
"Lat nýggju lógina tryggja ítøkiligar mannagongdir fyri hvussu verndarátøk verða skipaði, í samstarvi og við samtykki frá lokalum ognarfólki, festarum og bygdafólki. Tá verða verndarátøkini væl grundaði frá byrjan, og tá tryggja vit eisini tær bestu lokalu loysninar, til ta bestu lokalu náttúrufyrisitingina. Framlagda norska uppskotið gevur ikki meining. Vit fáa ikki skapt og umsitið verndarøkini væl, uttan so at fólk á staðnum kenna seg vird, og vilja átaka sær at samstarva. Fyri at virka væl, hevur lógin brúk fyri førleikunum hjá lokalfólki úti um alt landið.
Semjur og samstarv byggja brýr.
Tvingsil og ognartøka brenna brýr."
Náttúra og matsjálvbjargni
"Fokusera uppá primera verndar-objektið, náttúruna, heldur enn at blanda øll møgulig onnur atlit og undantøk inn í lógina, sum kunnu arbeiða ímóti náttúruverndini.
Hugtøk sum t.d. upplivingarvirði, útilív, gongd í haga, ferðavinna og alivinna hava einki at gera í eini náttúruverndarlóg. Nýggja føroyska lógin eigur at staðfesta, at náttúran verður vard fyri sína egnu skuld, og sum grundarlag undir burðardyggari matframleiðslu og matsjálvbjargni."